(Dystarfrásøgn og myndarøð) Enn er einki at síggja til nakað meistaraspæl hjá Víkingi, meðan ÍF í dag staðfesti, at liðið kann spæla upp ímóti øllum á heimavølli.
(Dystarfrásøgn og myndarøð) Enn er einki atsíggja til nakað meistaraspæl hjá Víkingi, meðan ÍF í dagstaðfesti, at liðið kann spæla upp ímóti øllum á heimavølli.
ÍF og Víkingur spældu einundirhaldandi 2-2 javnleik í Fuglafirði í dag. ÍF kom á odda viðmálum frá Clayton Soares og Andy Ó. Olsen. Beint áðrenn hálvleikminkaði Gert Hansen um munin, meðan Sølvi Vatnhamar javnaði til2-2 beint eftir hálvleik. Dysturin var rættuliga tættur størstapartin av tíðini, men ÍF liðið vísti størri vilja í fyrrahálvleiki. Eftir 2-2 málið kundi ein kanska vænta, at Víkingurfór at fáa triðja málið eisini, men tá var tað ístaðin ÍF, sum aftur tók yvir áðrenn tað javnaði seg út.
Sama søga í Víkingi?
Skal Víkingur gera sær vónir um atspæla við um FM til tað seinasta, so skal nógv broytast. SámalErik Hentze hevur sagt alment, at Víkingur skal blíva eitt meiraálopssinnað lið, men hetta síggja vit ikki a vøllinum enn.Kanska heldur virkar liðið meira verjukent enn seinastu tvey árini,har Víkingur hevur skorað minst 60 mál í landskappingini. SámalErik hevur tó prógvað seg væl og virðiliga fyrr, so helst skalhann bara hava nakað av tíð, áðrenn spælið fer at koyra sumætla. Ein annar stórur trupulleiki hjá Víkingi er, at liðið enn fær alt ov lítið burturúr Hans Paula Samuelsen. Í dag vartað bara ein ella tvær støður, har Hans Pauli kom í góðarstøður, men sum oftast var hann alt ov langt frá málinum og bleivikki nógv brúktur í álopsspælinum. Gunnar Christiansen spældiyvirav honum, og hóast Gunnar vanliga hevur sína styrki íálopsspælinum, so fekk hann ongar trupulleikar av Hans Paula íverjupartinum. Av tí sama hongur kanska ov nógv á SølvaVatnhamar, sum helst er besti Víkinga leikarin higartil í ár.Víkingur hevur longu mist 4 stig og tað eru tekin um, at taðverður sama søga sum undanfarnu ár, har liðið er ov óstøðugttil at spæla við í toppinum til tað síðsta. Men fær Víkingur loyst byrjunar trupulleikarnar við Hans Paula, so kann nógv broytast.
ÍF hevur svongdina
Tað sum eyðkendi ÍF liðið var, atteir løgdu nógv fyri. Fyrsta partin av uppgerðini vunnu teir áheimaliðnum flestu nærdystirnar, meðan serliga Clayton Soares vargóður við bóltinum. Tað sást, at verjuspælið framvegis ikkier styrkin hjá ÍF, tí Víkingur skoraði tvey mál og hevðikjansir til fleiri. Men fyri fuglfirðingar var tað helst gleðiligtat síggja, at liðskiparin Jan Ó. Ellingsgaard spældi væl í sínum nýggja leikluti í miðverjuni. Hinvegin spældi Adeshina Lawal, sum ofta er mestavgerandi spælarin í álopspartinum hjá ÍF, ein vánaligan dyst í4-4-2 leikskipanini hjá ÍF. ÍF spældi kanska ikki so væl, menliðið fekk staðfest, at í Fuglafirði fer tað ikki at vera lætthjá mótstøðuliðunum í ár. Leikararnir tykjast vera væl fyrifysiskt og svongdin er stór á liðnum, tí nógv bleiv lagt fyri.Tað kann fara at bera langt hjá fuglfirðingum, sum hava sett særsum mál at enda í topp 4.




