Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF trýr uppá FM møguleikan

Jákup Ósá

Albert Ellefsen sigur, at hagtølini vísa, at lið ofta kunnu missa góðar støður uppá stutta tíð og tí skuldi breiði ÍF hópurin framvegis havt ein møguleika í FM stríðnum.

Albert Ellefsen sigur, at hagtølini vísa, at lið ofta kunnu missa góðar støður uppá stutta tíð og tí skuldi breiði ÍF hópurin framvegis havt ein møguleika í FM stríðnum.

ÍF er í løtuni nærmasti avbjóðari til HB um FM heitið. Fuglfirðingar liggja á 2. plássið, men 7 stig eru upp til HB. Albert Ellefsen er venjari hjá ÍF og hann sigur, at framvegis kann alt henda.

– Hyggja vit eftir hagtølunum, so síggja vit, at lið uppá stutta tíð kunnu missa góðar støður burtur. Hygg t.d. eftir Víkingi, sum lá á odda í Effodeildini eftir 5 umfør, men sum nú liggur nr. 8. So tað er heilt vist møguligt, at kapping kemur í aftur Effodeildina. Men um vit eru besta boðið er ringt at siga, tí liðini eru, sum eg havi sagt fleiri ferðir fyrr, ógvuliga jøvn í ár. Síðani er spurningurin, hvørja ávirkan tað kemur at hava, at Eyðun Klakstein, Heðin Askham og Sigfríður Clementsen nú eru nýggir venjarar hjá feløgum í Effodeildini. Helst fara vit at síggja okkurt av teimum liðunum taka seg nógv fram, sigur Albert Ellefsen.

Hann sigur, at ÍF í summarsteðginum fær Fritleif í Lambanum og Dánjal á Lakjuni í hópin, meðan Jákup Johansen helst fer aftur til Skála. Ætlanin er ikki at gera aðrar broytingar í hópinum, hóast liðið helst merkir, tá Jákup Mikkelsen, Bartal Eliasen og Clayton Soares ikki eru tøkir. Men hetta er helst galdandi fyri øll lið, sigur ÍF venjarin. Hann sigur, at summarsteðgurin hjá ÍF hevur ikki verið langur. Teir tóku frí eftir seinna dystinum móti Linfield mikudagin 10. juli og byrjaðu so aftur mánakvøldið 15.juli. Víðari sigur Albert, at einasti ÍF leikarin, sum ikki verður við sunnudagin móti TB er Bartal Eliasen, sum er partur av flogbóltslandsliðinum á oyggjaleikunum á Bermuda.