Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Igor liðugur í Team Klaksvík

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur steðgað samstarvinum við Igor Petrikeev.

Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík, váttar fyri nordlysid.fo, at Team Klaksvík hevur steðgað samstarvinum við útlendska bakkin frá Moldova. Hann sigur, at Team Klaksvík hevði væntað nógv meira av leikaranum, sum áður hevur spælt í m.a. bestu deildini í Spania. Igor fór av landinum áðrenn jól og kemur sostatt ikki aftur til Team Klaksvík.