Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki aktuelt at skerja blokkin

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, sigur at tað ongantíð hevur verið aktuelt at skerjablokkin á fíggjarlógini fyri 2009.

Í seinastu viku segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við Norðlýsið at hann á fyrstkomandi landsstýrisfundi fór at kunnað um ætlanir hjá landsstýrinum um at skerja blokkin.

– Hetta var skeivt framborði, tí tað hevur ongantíð verið ætlanin at skerja blokkin á fíggjarlógini fyri 2009.

– Eg havi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum gjørt eitt upprit, sum útgreinar politisku ætlanirnar at skerja blokkin í eitt trí ára skeið við 117 milliónum krónum.

– Hetta kunnaði eg landsstýri um á fundi í morgun og hetta upprit skal nú til politiska viðgerð í samgonguni, sigur Karsten Hansen.

Í samgonguskjalinum stendur um blokkin:
Málsøkið Serumsorgan verður yvirtikið. Kostnaðurin er 117 milliónir. Upphædd av ríkisveitingini verður árliga sett til viks til tess at røkka hesum máli.

Einki um blokkin í tíðindaskriv:
Í tíðindaskrivi frá løgmannskrivstovuni verður einki sagt um at landdstýrið hevur viðgjørt blokkniðurskurðin í morgun, men sambart landsstýrismanninum í fíggjarmálum er landsstýrið kunnað um áðurnevnda upprit.

——

Tíðindaskriv frá løgmannsskrivstovuni:
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

Um at býta núverandi útbúgvingar millum teknisku skúlarnar
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)

Kunngerð um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Kunngerð um Vinnukærnevnd og kunngerð um at leggja kærumyndugleikan eftir ymsum løgtingslógum undir Vinnumálaráðnum til Vinnukærunevndina
(Landsstýriskvinnan í vinnumálum)

Harleyfacadeacryl