Tá ið eg bleiv landsstýrismaður fyri 4 árum síðani, fekk eg sum uppgávu at útinna tað, ið samgongan hevði niðurfelt í samgonguskjalið á skúla- og mentanarøkinum.
Fólkaskúlin:
Vit settu okkum fyri at eftirmeta frálæruna í fólkaskúlanum. Og hetta bleiv sanniliga gjørt. Vit fingu PISA-kanningina, og sera umfatandi lógarbroytingar eru framdar í tveimum umførum!
· Lærarasetanir lagdar út til skúlarnar
· Enskt flutt úr 5. flokki niður í 4. flokk
· Tímatalið í enskum økt við 3 tímum um vikuna
· Valskeiðið hjá foreldrum í skúlastýrum longt til 4 ár
· Tímatalið til fyrstu árgangirnar hækkað við 16 t/vikuna
· Lands- og støðuroyndir verða nú settar í verk
· Størri krøv sett til próvtøkurnar í 9. flokki
· Royndin í enskum í 9. fl. nú eisini skrivlig
· Næmingar kunnu nú býtast í bólkar tvørtur um floksmørk
· Felags lesiætlanir verða nú gjørdar fyri alt landið
· Tilboð kunnu nú veitast atferðartruplum næmingum
· Skjøtil settur á námsfrøðiliga gransking
· Lesiráðgevi settur á Føroya Læraraskúla
· Skúlaleiðarar skulu nú hava leiðsluútbúgving
· Nýggj lóg samtykt um Skúlabókagrunnin
· Fleiri pengar avsettir til bókaútgávu
· Undirvísingarportalur settur á stovn
· Málið um Bókamiðsøluna avgreitt
· Sett er út í kortið at styrkja læraraútbúgvingina
Nei, her er ikki bara snakkað! Av sonnum eru átøk framd, og tey fara at muna. Nú ræður um at halda fram á somu leið. Vit skulu vera á topp-10 listanum í PISA innan fyri 10 ár!
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður og valevni Fólkafloksins




