Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki fjølmiðla taktikkur

Jákup Ósá

B36 næstformaðurin vísir aftur, at talan var um fjølmiðla taktikk, tá hann fyrr í vikuni segði, at B36 neyvan fór at keypa stórvegis inn til komandi ár.

Í dag gjørdi B36 eisini sáttmála við Alex Mellemgaard, ið fyrr hevur leikt við AB. Í gjár gjørdu teir sáttmála við Rógva Joensen. Sámal Ímundarsson segði við nordlysid.fo týskvøldið, at B36 tók tað róligt og fór at gera sáttmálar við 1-2 leikarar ella møguliga ongan. Tí spyrja vit, um hetta var reinur fjølmila taktikkur ella hvat lá aftanfyri hesi mótsøgdu orðini týskvøldið.

– Nei hatta var ikki fjølmiðla taktikkur, hóast ein slíkur nokk hevði gagnað einum og hvørjum liði. Og kanska fór mín trúvirði eitt sindur í floytuna har. Men eg vildi ikki gera ov nógv av, tí einki var komið uppá pláss. Tá talan er um samráðingar, so royna vit at halda kortini sera tætt uppat okkum. Vit vóru í samráðingum við Rógva tá, men beint eftir “glapp” og vit fingu gjørt sáttmála. Somuleiðis við Alex Mellemgaard, so var tað ein møguleiki sum uppstóð í vikuni, har vit valdu at taka av. Tað er møguligt at vit gera sáttmála við onkran annan, men sum útgangsstøðið hava vit sagt, at hetta var tað, sigur Sámal Ímundarsson. Hann váttar, at 07Vestur leikarin Eli F. Nielsen er ein møguleiki, sum in.fo skrivaði um fyrr í vikuni.

Satsa ikki uppá sítt egna?

B36 leiðslan hevur róð uppundir, at teir í størri mun ætla at satsa uppá sínar egnu leikarar. Er tað ikki tí í andsøgn við tað, at tað nú koma 2-3 leikarar uttanífrá til felagið?

– Jú hatta kann síggja eitt sindur øvugt út. Men í mun til teir sum vit mistu, so eru hetta ikki profilar, ið koma enn, hóast vit sjálvandi vóna, at teir blíva tað. Fyrst og fremst breiðkar hópurin. Hesir skulu stríðast fyri at sleppa inn á liðið. Kappingarárið er langt og vit hava brúk fyri breidd fyri at vera ímillum tey bestu liðini, men málið er at brúka okkara egnu í størri mun framyvir, sigur Sámal Ímundarsson við nordlysid.fo.

Harleyfacadeacryl