Fyrireikararnir til Summarfestivalin hava avgjørt at gera nýtslu av KÍ-høllini, orsakað av veðrinum.
Seinnapartin hevur verið rættuligt illveður í Klaksvík, og tí hava tiltøk sum skuldu verið á Stórapalli verið útsett og í løtuni verður arbeitt av kraft at fáa KÍ høllina til tiltøkini, sum annars skuldu vera á Stórapalli.
Steintór Rasmussen sigur í stuttari viðmerking, at Summarfestivalurin fer at kunngera um broytingarnar og at fólk nokk skulu fáa Kim Wild at hoyra og fáa eitt gott tónleikakvøld. Yngra fólki kann gleða seg til tiltøk í teltinum, ímeðan tey meira tilkomnu fara at halda til í KÍ-høllini.




