Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki grugga málið, Sjúrður Olsen!

John William Joensen

Í lesarabrævi í bløðunum 6. januar 2009 hevst Sjúrður Olsen, býráðslimur, at meirilutanum í Tórshavnar býráð, fyri ikki at taka av tilboði uppá at umvæla og útbyggja ítróttar- og samkomuhøllina á Hálsi.

Lat meg fyrst staðfesta, at hvørki býráðslimir ella borgarar í Tórshavnar kommunu ivast í, at hond eigur at verða tikin um ítróttar- og samkomuhøllina. Men fyrsta treytin er, at skil er í tí, sum verður gjørt, og tí haldi eg tað vera harmiligt, at Sjúrður Olsen gruggar málið, tá hann starir seg blindan á kostnaðin fyri tekningar og prosjektering.

Rætt er, at býráðsmeirilutin ikki vildi taka av tilboðnum um at útbyggja og umvæla høllina á Hálsi, tí talan er um nógvar pengar at brúka upp á eina so gamla og slitna høll. Men harfyri er ikki sagt, at tann parturin av prosjektinum, sum snýr seg um umvæling, ikki skal gerast. Tí er talan als ikki um, at nakrir pengar eru farnir í vaskið, sum Sjúrður Olsen vil vera við.

Tvørturímóti er hetta enn eitt dømi um, at býráðsmeirilutin ikki arbeiðir í blindum ella ikki hevur tamarhald á teimum ætlanum, sum settar eru út í kortið. At siga, at vit einki fáa fyri pengarnar, er beinleiðis at grugga málið, tí tað hevur sjálvandi einki við veruleikan at gera.

Viðvíkjandi nýggja Argja skúla, sum býráðið hevur samtykt at byggja, kann í stuttum sigast, at hann verður bygdur sum upprunaliga ætlað. Men sum borgarstjóri vildi eg tryggja mær, at fíggjarligu viðurskiftini vóru í lagi, áðrenn nøkur endalig samtykt var gjørd. Tað sá tó ikki út til at telja nógv hjá Sjúrði Olsen!

Lat meg so, nú eitt nýtt ár er byrjað, bera fram eina vón um, at meiriluti og minniluti í Tórshavnar býráð standa saman um okkara kommunu, tí tað verður helst uppaftur meira neyðugt, enn tað hevur verið. Í øllum førum letur samtykta løgtingsfíggjarlógin ikki okkara gomlu tað stóra!

Við nýggjárheilsan

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Harleywoodpaint