Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki heilt liðugt við vindinum

Hanus Kjølbro – SjóNám

Í morgun er veðrið nakað væl frægari, enn tað hevur verið í vikuskiftinum. Veðurstøðirnar hjá Landsverki siga frá miðalvindi umleið 10-12 m/s. Men ójavnt er kring oyggjarnar, hvussu nógvur vindur er. Ættin útsynningur.

Tað er eitt lágtrýst í Grønlandsfjørðinum, sum stendur fyri veðrinum í dag. Rundan um eitt lágtrýst melur vindurin ímóti urinum, og tað er í tí rákinum, vit liggja i morgun og fara at liggja í allan dag. Tað er luft úr Norðurkanada, sum kemur hendavegin. Vindferðin fer at sníkja seg upp ímóti hvøssum vindi, 13 til 17 m/s seint seinnapartin ella í kvøld. Í fjøllum og skørðum fer at vera meiri vindur enn tað. Ælingar við vátakava kunnu væntast í allan dag – møguliga við torusláttri og/ella heglingi.

Hitin í dag fer at liggja um 2 til 4 stig.

Harleywoodpaint