Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki heilt nøgdir við fiskiskapin

Oliver Joensen

 Bragd kom aftur av Norðhavinum ímorgin við 6000 pundum. Oddmar Niclasen, skipari á Bragd sigur í stuttari viðmerking, at hann heldur, at tað er ov lýtt í veðrinum til árstíðina.

Tað er heldur frægari at fáa nú enn fyrr í heyst, men tað skuldi tað saktans verið eisini, tí nú stundar til bestu fiskitíð. Vit hava verið norðanfyri ímorgun við 60 stampum og hava fingið 100 pund á stampin. Meginparturin er hýsa, eini 1200 pund av av toski.

Hóast fiskiskapurin er um at vera brúkiligur, so skuldi ein vænta góðan fiskiskap nú november mánaði nærkast. Men eg haldi at tað er ov lýtt í veðrinum. Helst skuldu vit havt hvítt í fjallatoppunum hesa tíðina, um fiskiskapurin rættuliga skal koma fyri seg, sigur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd.