Hetta verður sagt í tíðindaskrivi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum minnir á Løgtingslóg nr. 9 frá 14. mars 1985 við seinni broytingum.
Tíðindaskrivið frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er soljóðandi: HS skal hervið minna á reglurnar fyri handfaring av seyði, nú heystfjøllini verða gingin.
Á rættini og aðra staðni: Tað er ikki loyvt at binda seyð niður, so rørslurnar hjá seyðinum verða tarnaðar.
Fluttningur: Tað er bannað at flyta seyð í posum ella við samanbundnum beinum. Allur flutningur skal verða soleiðis, at seyðurin ikki líður óneyðugt. Tað skal vera nóg mikið av plássi, neyðug útlufting og vernd móti veður og vindi. Av- og áskipan skal fara fram við ansni og umhugsni. Flutningsfør, kassar o.a., sum verða nýtt til flutning, skulu verða vaskað og sóttreinsað, áðrenn lastað verður. Tað skulu ikki verða framstandandi kantar, boltar, jarnleggir, seymir og annað, ið kann løsta seyðin.
Flettingin: Seyðurin skal verða dripin, so skjótt og pínuleyst sum gjørligt. Tað vil siga, at seyðurin skal skjótast, áðrenn hann verður svævaður.




