Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki nóg neyvir

Jákup Ósá

Bæði verjupartur og álopspartur svíktu, tá Eysturríki fór avstað við 3-0 sigri á Tórsvølli, har føroyska liðið annars var væl við í dystinum leikliga.

Bæði verjupartur og álopspartur svíktu, tá Eysturríki fóravstað við 3-0 sigri á Tórsvølli, har føroyska liðið annars var væl við ídystinum leikliga.

 

A-landsliðið leikti í kvøld sín seinasta dyst í hesiundankappingini. Talan bleiv um ein dyst, har Føroyar spældu væl við, sumsiðvenja er á heimavølli móti Eysturríki. Men mistøkini í verjuni vóru ov mongog í álopspartinum manglaði neyvleikin. Verjan sá ikki gott út, tá AndreasIvanschitz brádliga gjørdist púra leysur og tá hann ikki tamdi væl, so mistiGunnar Nielsen onkursvegna tamarhaldið á bóltinum. Í 64. minutti var tað RógviBaldvinsson, sum ikki fekk sparkað burtur og so kundi Sebastian Prodl sparkabóltin í málið. Løtu seinni var brotsspark, sum David Alaba smekkaði í málið.

 

3-0 gjørdist endaliga støðan. Eysturríki hevði einki atspæla fyri, meðan føroyingar vóru uppsettir og tað sóu vit aftur. Men bæðiafturi á vøllinum og har frammi sveik neyvleikin og so stóð liðið eftir viðongum. Stríðsviljanum bilti einki og 3-0 lýsti ikki myndina av dystinum.