Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki nógvar finaluroyndir á KÍ liðnum

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Fyri tey flestu, sum hava Víking sum favoritt til finaluna um løgmanssteypið, er høvuðssorsøkin, at Víkingur hevur munandi fleiri finaluroyndir enn KÍ.

Mest royndi KÍ leikarin, hvat royndum úr finalum um løgmanssteypið viðvíkur, er Súni Olsen. Hann vann finaluna við GÍ í 2001 og 2005 og síðani við Víkingi í 2009, 2014 og 2015. Í 2003 var Súni við til at tapa finaluna móti B36. Hann hevur sostatt spælt seks finalur og vunnið fimm.

Hinir leikararnir í KÍ hópinum, ið hava royndir frá finaluni um løgmanssteypið eru Meinhardt Joensen, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og Niels Pauli Danielsen. Royndirnar hjá trimum teimum fyrstu koma frá KÍ, tá teir allir vóru við í finalunum í 2001 og 2006, sum KÍ báðar ferðir tapti móti B36. Meðan Niels Pauli Danielsen bæði í 2012 og 2013 var við EB/Streymi, sum bæði árini tapti móti Víkingi. Av teimum er Atli Danielsen skaddur, meðan Meinhardt Joensen og Niels Pauli Danielsen væntast, útfrá seinastu dystunum, at byrja á bonkinum. So av teimum sum væntandi spæla frá byrjan á KÍ liðnum, so hava bara tveir KÍ leikarar finaluroyndir. Súni Olsen og Hjalgrím Elttør. Á Víkinga liðnum hava teir flestu verið við í øllum teimum seinastu fýra finalunum. Um munurin á finaluroyndum fer at fáa eina ávirkan á avrikið fáa vit svar uppá í annaðkvøld.