Segði landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, undir tingviðgerini fyri løtu síðan
– Eg tók fyri tíð síðan tað heldur sjálvtsomu avgerð at taka spurningin um ferðingina hjá almennu stovnunum upp á landsstýrisfundi.
– Eg heiti har á øll aðalráðini um at brúka Faroe Jet so nógv sum gjørligt, men spurningurin er ikki so líka til.
– Aðalráðini brúka nevniliga tað praksis at embatisfólk í stórst møguligan mun skulu koma aftur sama dag sum tey fara av landinum.
– Fyri at spara pening uppá gisting og annað royna føroysk embatisfólk at leggja fundirnar mitt um dagin soleiðis at tey kunnu fara við atlantsflog um morgunin og koma aftur seinrapartin.
– Hettar er ikki gjørligt við Faroe Jet og tí er tað ikki serliga praktist hjá tí almenna at brúka Faroe Jet, segði landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm.




