Manningarfeløgini tvs. Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipar- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið fundaðust á Sjómannsheiminum í Klaksvík týskvøldið
Sambært formanninum í Føroya Fiskimannafelag verður í løtuni arbeitt við eini felags niðurstøðu frá fundinum.
– Vit viðgjørdu mál sum inntøkutrygd, skattafrádrátt og minstuløn. M.a. kom fram at hóast nógv hevur verið tosað um skipaninan við minstuløn – so eru einans útgoldi tað sum svarar til 35.000 kr. pr. sjómann í hesum árinum.
– Minsti forvinningurin er einasta stuðulskipanin sum verðuliga gerð mun – tí hon er jú beinleiðis arbeiðsskapandi og útgjaldið hevur tí sera positiva ávirkan á samfelagið.
– Á fundinum millum manningarfeløgini viðgjørdu vit eisini støðuna hjá línuflotanum og tað skerst ikki burtur at vinnan kennir seg hava mist nógvan pening seinastu árini.
– Reiðarríðir hava brúkt milliónir av krónum uppá at keypa fiskidagar – sum løgtingið síðani hevur skorið burtur og her eru tankar frammi at fáa endurgjald fyri mistu dagarnar. Hetta er jú eitt slag av ognartøku – tí menn hava goldið reiðan pening fyri dagarnar. Ein ognartekur jú ikki jarðarstykkir uttan at geva endurgjald?
– Eisini umrøddu vit heimatryggingina sum bráddliga var mett ikki at verða í tráð við lógina – men peningurin sum er farin til hesa skipan seinastu 68 árini er burtur. Her eiga vit eisini nógvan pening til góðar og rímuligt var at hesin peningur fór til at betra pensjónskipanir hjá fiskimonnum.
– Enn er sum sagt ikki nøkur niðurstøða gjørd av fundinum, men fundurin var ein liður í at fyrreika feløgini uppá tær avbjóðingar, sum nú standa fyri framman, sigur formaður í Fiskimannafelagnum, sum heldur at sjómenn í dag eru sera illa fyri og at tað tí ikki kann koma uppá tal at gerða skipanir sum virka teimum ímóti.




