Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki rok á Norðhavinum, men brúkiligur fiskiskapur

Norðlýsið

Tað er hugaligari í ár hjá smábátunum, enn tað hevur verið seinastu mongu árini. Í kvøld hava umleið 10 smábátar við einum manni í hvørjum avreitt úr knapt 1000 pundum upp í 4.500 pund.

 Smábátamenninir eru ikki so ónøgdir nú teir komu aftur í kvøld. Seinnaparturin royndist teimum stuttur á Norðhavinum, tí vindurin bleiv somikið strangur, at snellan stóð ikki niður, so flestu teirra fóru at sigla inn frá tvey tíðini og úteftir.

Teir vóru leskaðir. úr 800 pundum, flestu lógu tó imillum 1000 pund upp í góð 2000 pund, ein avreiddi 4.500 pund eftir tveimum døgum. 

Størru bátarnir koma um 8-10 tíðina í kvøld.