Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki seriøst av høvuðstaðarpressuni

John William Joensen

Norðlýsið hevði tann "heiður" at vera nevnt í eini grein um útlendskar og føroyskar kvinnur í kvinnuhúsinum, ovast á breddanum í einum av høvuðsstaðarbløðunum.

Hóast blaðið ger seg til talsmann fyri seriøsitet, so fær lesarin neyvan fatan av seriøsiteti við at lesa greinina, men kanska er orsøkin óstortligur framburður.
Í greinini verður mett, at útlendskar kvinnur verða illa viðfarnar og sum tilfarið verður lagt fram, so sýnist sum um at tær vera nógv verri viðfarnar enn føroyskar, tí tær í nógv størri mun søkja verju í kvinnuhúsinum.
Nú skal eingin misskilja okkum soleiðis, at vit ikki halda at kvinnuhúsið er avgjørt neyðugt í samfelagnum, tí húsið hevur fyri langari tíð síðani prógva sítt virði.
Men greinskrivarin í høvuðsstaðarpressuni brúkar lutfalli ímillum tølini á útlendskum kvinnum og føroyskum kvinnum, sum søkja kvinnuhúsið, at koma til tað niðurstøðu at útlendsku kvinnurnar í nógv størri mun enn føroyskar hava trupulleikar heima.
Hetta má vera reingjan av veruleikanum, so tað stendur eftir. Vit kunnu ikki trúgva annað enn, at høvuðsstaðarpressan veit, at føroyskar kvinnur, sum hava trupulleikar í hjúnarbandinum, sjálvdan í fyrsta umfari søkja kvinnuhúsið, tí um so var at allar søktu kvinnuhúsið, so má sigast at væl stendur til, tí bert 11 føroyskar kvinnur søktu kvinnuhúsið í 2001, sambært høvuðsstaðarpressuni.
Nei orsøkin til skeiva lutfallið skal fyri ein stóran part finnast í, at føroysku kvinnurnar í nógvum førum hava eitt bakland uttanfyri egna hjúnarlagið, við familju, so sum foreldrum børnum og øðrum, so tað at 11 føroyskar kvinnur søkja kvinnuhúsið er helst bert toppurin á ísfjallinum.
Hinvegin er skjótt til, at útlendskar kvinnur, sum eru komnar hendavegin ongastaðni hava at fara um ikki gongst eftir vild í hjúnarbandinum og tá er skjótt til at hesar lutfallsliga skjótari søkja kvinnuhúsið.
Um orsøkina til at høvuðsstaðarpressan ikki almannakunngerð innsendar bønir um brævasamband kann sigast, at orsøkin er einføld. Tað kostar pengar at hava slíkar lýsingar í nevnda blað, ímeðan slíkt er ókeypis í Norðlýsinum.
At hesi viðurskiftið eisini vera brúkt fyri at kalla føroyingar rasistiskar er væl toppurin á "seriøsitetinum".