Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki væla valveður

Oliver Joensen

Høgættin lá bert fáar dagar. Nú er hon farin sín veg.

 

Valdagur er í morgin, men tað verður so sum so við veðrinum. Tað er eitt lágtrýst vestan fyri Ísland, sum fer at standa fyri veðrinum her í Føroyum í morgin. Trýstið í miðjuni fer ætlandi at vera 966 hPa á middegi og hækkandi upp í 977 hPa á midnátt. Eitt trog við nógvum regni stingur seg úr lágtrýstmiðdeplinum ímóti okkara leiðum. Hetta fer at hava við sær, at vindferðin í Føroyum fer at liggja um 15 til 18 m/s úr landsynningi-suðuri í morgin ári klokkan 7. Tá verða ælingar ella regn.  

 

Sum fyrraparturin gongur, gerst alsamt vátari. Á middegi er samregn um alt landið. Regnið heldur á allan seinnapartin og alt annaðkvøld. Vindferðin fer at vera nakað støðug ímillum 13 og 18 m/s. Hetta er miðalvindur – tað er tað altíð, tá ið mett verður um vind. Frávik er sjálvandi frá miðalvindinum – tað er tað altíð. So er tað ættin, hvussu ring ella góð hon er.

 

Hitin í morgin fer at liggja um 6 til 8 stig.

Myndir frá valfundarkvøldinum: