Tað sær út til at Føroya Sparikassi antin hevur lagt nýggja linju fyri innbjóðingum í Norðoyggjum, ella hevur hondin bara verið óheppin.
Tiltakið hjá Føroya Sparikassa undir heitinum "Kvinnur og pengar" fekk sera góða móttøku. Men hinvegin má sigast at hátturin sum brúktur varð er fullkomuliga ókendur í hvussu so er í Norðoyggjum.´
Aftaná at hava bjóða alment út til kvinnur, møguleikan at tekna seg til tiltakið, ringir Føroya Sparikassi til kvinnur, sum ígjøgnum teldupostskipanina hjá Norðoya Sparikassa høvdu tekna seg, og kunngjørdi at tær vóru ikki vælkomnar til skeiðið ella fyrilesturin.
Fleiri kvinnur arbeiða í Norðoya Sparikassa og afturat teimum, sum høvdu tekna seg ígjøgnum skipanina hjá Norðoya Sparikassa, høvdu eisini kvinnur, sum arbeiða í Norðoya Sparikassa tekna seg ígjøgnum egnu teldupostskipan og hesar fingu ikki somu boðini, men tóku seg aftur tá tær fingu at vita at hinir arbeiðiskollegarnir ikki vóru vælkomnir.
Í okkara høpi er hetta ein margháttlig framferð, fyrst at lýsa alment til tekning, fyri síðani at ringja til fólk og siga at tey eru óynskt ella ikki vælkomin. Advokatur, sum vit vendu okkum til í hesum sambandi, helt ikki at tað var ólógligt, men helt hinvegin at mannagongdin var sera margháttlig og ikki serliga smart.




