Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar harmast, at landsstýrismaðurin roynir at grugga málið í síni samrøðu við VP.
Hetta vísir, at Jørgen Niclasen ongan áhuga hevur í at finna eina semju, hóast bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í heilsumálum hava heitt á hann um at finna eina loysn.
Hetta vísir, júst hví samráðingarnar eru endaðar við verkfalli. Viljin at finna fíggingina at rætta skeivleikan í okkara lønarlagi er ikki til staðar hjá landsstýrismanninum, hóast hann lætt finnur stórar upphæddir til onnur mál.
Í greinini á VP dregur Jørgen Niclasen enn einaferð lønarhækkingina, ið vit samráddu okkum til í 2017, inn í roknistykkið hesaferð.
Hetta er ikki bara vánaligur samráðingarsiður, men ein beinleiðis villleiðing.
Í veruleikanum var semingsuppskotið hesaferð, at okkara limir fingu júst somu lønarhækkan í prosentum, sum teir bólkar, ið frammanundan fáa hægri løn og ofta munandi betri arbeiðstreytir.
Okkara lønarhækking seinast, kom eftir eitt langt verkfall, og var eitt stig á vegnum at rætta skeivleikan í lønarlagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Vit vóru greiðar yvir, at skeivleikin ikki verður rættaður eftir einum degi, ella eftir einari lønarsamráðing.
Men Fíggjarmálaráðið má venja seg við, at skeivleikin skal minka í hvørjari samráðing, til hann er heilt burtur. Tí kunnu undanførslur, um at vit fingu meira enn hini seinast, hvørki brúkast ella góðtakast.
Skeivleikin, sum vit vilja rætta, byrjaði við danska “Tjenestemandsreformen” í 1969. Almennar lønir vórðu tá settar inn í eina nýggja lønarskipan. Lærarar, løgreglumenn, námsfrøðingar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, akademikarar, professarar og onnur alment sett vórðu sett inn í hesa skipan.
Kvinnufakini vórðu í hesum sambandi løgd 20% undir mannfólkafakini. Grundgevingin var, at mennirnir vóru uppihaldarar. Tað føroyska lønarstøðið fylgdi tí danska, og fleiri av fakfeløgunum vóru donsk.




