Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Illa fyrireikaður landsliðsvenjari

Jákup Ósá

Lars Olsen hevur í morgun fyri flestu miðlunum tosað um, at flestu leikararnir hjá Kasakhstan spæla í bestu deildini í Russlandi. Trupult er at síggja, hvat hann meinar við, tí at kalla allir leikararnir spæla í bestu deildini í Kasakhstan. Eingin spælir í Russlandi.

“så er alle spillerne derover, på nær måske de tre som spiller for deres mesterhold, de spiller altså i den russiske liga, så det er faktisk russiske klubspillere vi møder.”

‘’Spillerne spiller til daglig i den beste russiske liga, så det er klart, at det er nogen niveau og tempo forskel”

“De spiller altså i Russland”

Soleiðis hevur Lars Olsen sagt við KVF og Rás 2 fleiri ferðir í morgun umframt á tíðindafundinum sjálvum, tá føroyski landsliðshópurin bleiv kunngjørdur. Tað er trupult at siga, hví hann ferð eftir ferð hevur tosað um hesar leikararnar, sum spæla í bestu deildini í Russlandi. Tí hyggja vit eftir seinasta hópinum hjá Kasakhstan, so spæla 22 av teimum 23 leikarunum í landsliðshópinum í bestu deildini í Kasakhstan, meðan tann eini spælir í næst bestu deildini í Týsklandi.

Hópurin hjá Kasakhstan til teirra dystir móti Føroyum og Svøríki fyrr í mánaðinum kann síggjast á myndini niðanfyri. Staðfestast kann í øllum førum, at føroyski landsliðsvenjarin var illa fyrireikaður, tí hendan kunningin um leikararnar hjá Kasakhstan er beinleiðis skeiv.

Mynd: Jens Kr. Vang