Tá Árnfirðingar fyri nøkrum døgum síðani vóru í Berginum og tóku smátt, máttu teir rýma úr bátinum undan mastrahvalum.
Tað vóru teir tríggir, Tórmóður M. Árnatón, Óla Hans Hansen og Ásmund Sivertsen, sum vóru farnir at taka smátt. Farið var út í Bergið og tað gekk væl at fáa seyðin í bátin. Tórmóður greiðir frá, at tá teir tókust við at fáa seyðin í bátin, rópti Ásmundur, sum stóð á landi, at hann sá nakrar hvalir úti á Víkini. Vit vóru eitt sindir spentir, tí vit hildu at tað kanska var grind. Men skjótt vóru vit varðugir við stóra hornið á tí eina hvalinum, ið mundi vera um eina manshædd høgt burturúr vatnskorpuni, so har var einki at ivast í at tað vóru mastrahvalir ella bóghvítuhvalur, ið hvalurin eisini verður nevndur.
Vit tóku so seyðin í bátin og fóru at sigla heim við landinum, tá rakar Ásmundur aftur við hvalirnar, tætt inni undir landi, hetta var um Stórugjógv.
Báturin var eitt lítið fýramannafar úr glasfipur og vit vóru tríggir mans og fimm seyðir í bátinum. Báturin hevði onki róður, so vit stýrdu við motorinum.
Vit tóku frá, tí tað sá eitt sindur hættisligt út og vit hava hoyrt um at menn hava verið illa skølsettir av mastrahvali. Men ólukkutíð steðgaði motorurin og vit undir at vinda aftur ígongd. Tá vit høvdu fingið motorin ígongd, vóru hvalirnir tætt hjá okkum og høvdu beina leið á bátin. Har var einki at gera hjá okkum uttan at halda móti landi. Vit fóru so upp á land.
Júst uppkomnir fór ein mastrahvalur tætt fram ímóti bakskutinum á bátinum og undir bátin. Tá hugsaði eg, "farvæl seyðir". Men hann nart ikki bátin.
Hetta var ein flokkur uppá 6 hvalir og tað sá út fyri okkum, sum at nakrir vóru ungar, tí teir høvdu ikki so stór horn. Hvalurin við tí stórsta horninum lá alla tíðina stutt uttanfyri bátin, ímeðan hinir amaðust uppá bátin.
Men smátt um smátt fóru teir spakuliga frá bátinum og høvdust at vit eitthvørt í taranum, tí brestirnir frá teimum vóru ógvusligir í løtum. Tað einu ferðina sá eg ein av hvalunum fara undir og koma bakkandi uppaftur, tað sá flott út.
Tá teir vóru farnir nakað út fram við landinum, fóru vit umborð aftur og sigldu aftur á Árnafjørð, ikki kann sigast annað enn at hendingin skelkaði okkum nakað, sigur Tórmóður M. Árnatún, bóndi í Árnafirði at enda.
Ásmund hevði fartelefon við, ið hevði myndatól og myndirnar til greinina hevur Ásmund tikið.




