Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Illfýsi ársskifti

John William Joensen

Tað kann sigast um ársskiftið 2007/2008, at tað hevur verið eitt sindur illfýsið, serstakliga tá hugsað verður um ósemjuna ímillum fiskimenn og reiðarar, og kanska eisini, tá talan er um politiska veðurlagið.

Blaðstjórin skrivar:

Vit eru komin inn í 2008, gott nýggjár øll somul!

Tað kann sigast um ársskiftið 2007/2008, at tað hevur verið eitt sindur illfýsið, serstakliga tá hugsað verður um ósemjuna ímillum fiskimenn og reiðarar, og kanska eisini, tá talan er um politiska veðurlagið.

Hesi bæði stórmálini eru tey, ið fyrst skulu loysast í hesum árinum. Vit vita, at valið til løgtingið verður 19. januar, síðani samráðingar um skipan av nýggjum landsstýri og so verður politiska skipanin væntandi arbeiðisfør aftur.

Sera spennandi verður at fylgja hesum valinum, nú vit hava fingið skipað Føroyar sum eitt valdømi.

Hetta fer at hava ymsar avleiðingar við sær, positivar sum negativar.

Ymsu floksleiðslurnar hava sýnst eitt sindur trilvandi nú uppstillingin hevur staðið uppa. Serstakliga er gjógvin ímillum lokalfeløgini og landsfeløgini vorðin sjónlig, serstakliga í teim gomlu flokkunum, ið hava havt siðvandar nevndir í øllum lokaløkjunum. Tað sýnist sum um floksleiðslurnar hava vilja stilla so mong valevni upp sum gjørligt, fyri at útvega flokkinum sum mest av atkvøðum, ímeðan fokusið hjá lokalfeløgunum meira hevur verið á at fáa umboðan á ting og tí hava lokalfeløgini roynt at savna kreftir um so fá valevni sum gjørligt.

Tá Jóannes Ejdesgaard, sum ein av strategunum aftanfyri føroyar sum eitt valdømi, nú kemur tvætlandi í Sosialinum og blakar okkum veljarum torvmold í eyguni við at siga at tað er skeivt tá ein sentral nevnd yvirrular lokalnevndirnar, so er hetta hugstoytt. Ejdesgaard hevur vitað og veit, at við tíðini blíva lokalfeløgini burtur, Tað verður valla so, at nýggi flokkurin og fyri tann skild Miðflokkurin fara at brúka orku uppá lokalfeløg í politiskum lokaløkjum, ið als ikki eru til, og lítið er at ivast í, at gomlu flokkarnir við tíðini fara at gera tað sama. Nei, vit skulu fyrihalda okkum til tann veruleika at føroyar nú eru eitt valdømi og at uppstillingarmyndugleinin í seinasta enda er savnaður á einum stað.

Fyri okkum norðoyingar og eysturoyingar er tað eisini álvarsligt og illfýsið, at allur okkara fiskifloti nú liggur stillur orsakað av ósemju ímillum fiskimenn og reiðarar.

Í skrivandi stund sær út til at alt stendur í botni í hesum máli, og tað man fara at hava álsvarsligar fylgjur fyri okkara samfelag um so er at hesin arbeiðssteðgurin fer at halda áfram leingi.

Onki er so ringt, sum tá ongin dialogur er og bæði reiðararnir og fiskimenninir, ið hava gott og professionelt sekteriat aftanfyri seg, skylda okkum og samfelagnum, at tey halda dialoginum gangandi so leingið bert ein lítil møguleiki er.

Vit onnur kunnu hvørki vera fiskimenn ella skip fyriuttan.