Yvirgangsatsóknin í Keypmannahavn: Tann, sum eftir øllum at døma stendur handan drápini í gjár og í nátt, er 22 ára gamal og føddur í Danmark.
Yvirgangsatsóknin í Keypmannahavn: Tann, sum eftir øllum at døma stendur handan drápini í gjár og í nátt, er 22 ára gamal og føddur í Danmark.
Løgreglan sigur eisini, at hann er ein gamal kenningur. Hann er kendur í banda-umhvørvinum og hevur verið handtikin fyrr, fyri at hava brotið vápna- og harðskapslógina.
Hetta skrivar danska løgreglan í einum tíðindaskrivi, sum júst er kunngjørt.
Løgreglan vildi fyrr í dag ikki gera viðmerkingar til, hvaðani illgerðarmaðurin stavaði frá.
Kelda: tv2.dk




