Veður: Nú eru menn lidnir at renna eftir takplátum í Leirvík, drívhúsið í Norðdepli hevur fingið fast undir føtur aftur og tjaldið í Hvalba er tjóðrað í vøllin aftur. Tað sá ikki so tespiligt út í morgun. Men føroyingar duga at fáa tað illfýsna at síggja vakurt út, ið hvussu er Elna Johannesen.

Elna Johannesen eigur eina mynd, ið liggur á Føroysk Fotolist, sum er ein føroyskur myndabólkur. Hóast hendan myndin ikki er frá í morgun, so er hon hóskandi. Myndin er tikin í lembingini og á hesum degi var ikki lagamanni at lemba.
Men eru tað onnur, ið kanska hava fingið onkra vakra mynd av illveðrinum í morgun, eru tit vælkomin at senda tær á dv_nordlysid@outlook.com.