Lat tað verða sagt beinanvegin, at tað verður ikki stilt og gott veður allar jóladagarnar. Tvey djúp lágtrýst fara at leggja leiðina fram við okkara leiðum, og tey fara at seta sín dám á jólini.
Fyrradagin varð spátt, at tað fyrra lágtrýstið fer framvið ímillum Føroyar og Skotland Tollaksmessukvøld, og at ringasta veðrið fór at verða sunnan fyri Føroyar. Tað verður ikki akkurát so. Tað fer ístaðin ímillum Føroyar og Ísland, og tað ringasta veðrið fer at verða vestan fyri okkum.
Eftir at tað er farið framvið, verður gott veður eina løtu. Og tað er jólaaftanskvøld. So tað er ikki so gali.
Men tað næsta djúpa lágtrýstið rakar okkum mestsum á sama hátt sum tað fyrra – og tað verður her ætlandi seinnapartin jóladag. Eftir at tað er farið norðurum, verður heilt hampuligt veður. Tá fer køld luft av útnyrðingi at reka ímóti okkum.
Í dag er ættin útsynningur, vindferðin um 10 m/s norðanfyri; sunnanfjørðs er vindferðin upp í 20 m/s. Hitin liggur um 2 stig. Sirka soleiðis verður veðrið allan dagin.
Eftir midnátt lækkar ættin niður í sunnan og landsynning-sunnan. Fyrrapartin í morgin fer vindurin at veksa, og um middagsleitið er vindferðin komin upp í 18 til 23 m/s. Og tað regnar eisini. Nakað út á seinnapartin verða turrar løtur, men út á kvøldið veksur vindurin uppí 25 m/s av lágum vestri.
Soleiðis verður eftir øllum at døma øll náttin og eisini fyrraparturin jóalaaftan. Út á seinnapartin jólaaftan minkar vindurin aftur, og um kvøldið er um 10 m/s.
Jólanátt fer vindurin aftur at veksa. Fyrst landsynningur-sunnan 15 til 20 m/s. Fyrrapartin gongur hann yvir í útsynning og so upp í vestan, meðan vindferðin veksur upp í 25 m/s.
Út á jólakvøld fer vindurin at minka. Eftir tað verður køld høgætt.
Ikki allarbesta jólaveður, sum tað sær út í løtuni. Men fortreytirnar kunnu broytast.
Fylgt verður við.




