Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íløgur í frítíðarvirksemi MVG-fríar í trý ár afturat

Oliver Joensen

– Íløgur í frítíðarvirksemi, sum øll í samfelagnum fáa gagn av, hava ovurstóran týdning fyri trivnaðin í landinum, og tí vil landsstýrið endurgjalda MVG’ið av slíkum íløgum komandi trý árini.

 Íløgur ífrítíðarvirksemi MVG-fríar í trý ár afturat

Felagsskapir, stovnar og grunnar fáa MVG endurgoldið fyri íløgur íalmannagagnligt virksemi í trý ár afturat

– Íløgur í frítíðarvirksemi, sum øll í samfelagnum fáa gagn av, havaovurstóran týdning fyri trivnaðin í landinum, og tí vil landsstýrið endurgjaldaMVG’ið av slíkum íløgum komandi trý árini.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagtuppskot um broytingar í MVG-lógini fyri Løgtingið.

Hesar broytingar í MVG-lóggávuni bera m.a. í sær, at freistin hjá felagsskapum,stovnum og grunnum at søkja um at fáa endurgoldið meirvirðisgjald av íløgum íalmannagagnligt frítíðarvirksemi verður longd.

Eftir uppskotinum verður møguligt at fáa MVG endurgoldið fram til og við 31.desember 2015.

– Vónandi vil longda tíðarskeiðið við MVG-endurgjaldi elva til, at fleiriíløgur verða gjørdar í eitt nú ítrótt og aðra mentan.

– Ein síðuvinningur av, at MVG-endurgjalds tíðarskeiðið verður longt, skuldigjarna verið, at heimliga byggi- og tænastuvinnan verður stimbrað, tá iðfelagsskapir, stovnar og grunnar gera sínar MVG-fríu íløgur, sigur JørgenNiclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Broytingin í MVG-lógini fylgir tilmælum frá Búskaparráðnum og Landsbanka­num umat seta í verk búskapar- og konjunkturpolitiskt tiltøk.

Fíggjarmálaráðið, 2. mars 2013