Tað undraði meg og fleiri við mær at lesa grein, sum Gunvá við Keldu, býráðslimur, skrivaði í vikuni, har hon longu í yvirskriftini kemur til tað løgnu niðurstøðu, at skúlabyggingin ikki er byrjað.
Tað undraðimeg og fleiri við mær at lesa grein, sum Gunvá við Keldu, býráðslimur, skrivaðií vikuni, har hon longu í yvirskriftini kemur til tað løgnu niðurstøðu, atskúlabyggingin ikki er byrjað.
Klaksvíkarbýráð er í løtuni í ferð við ein søguliga, stóra skúlabygging á Skúlatrøð.Ovari skúlagarður er um at verða liðugur, advokathúsini eru niðurtikin,sjóhitaleiðingarnar eru lagdar ígjøgnum økið, byggiplássið er skipað,jørðarbeiðið er komið væl áleiðis, herundir útgrevsturin fyri skúlan og sunnarapartin av skúlagarðinum, eitt stórt hol er grivið ímillum skúlarnar, tøknirúmiðtil hitaverkið verður eisini gjørt nú. Stutt sagt, er fremjingin av sjálvaribyggingini á Skúlatrøð sjónliga farin í gongd.
Hendasjónliga rokan gjørdi, at nevndir og býráð stutt áðrenn ársskiftið viðgjørdu taavbjóðing, sum byrjaða skúlabyggingin er fyri ferðsluna kring skúlan … menmitt í øllum hesum kemur ein býráðslimur við grein, har boðskapurin er:“Skúlabyggingin ikki byrjað!”
Borgarstjórinkom beinanvegin við einum skilagóðum og greiðum svari, har hann vísti øllumhesum undarliga álopi aftur.
TrivnaðarnevndinBørn & Ung varðar, vegna býráðið, av fólkaskúlanum, og sum nevndarformaðurkenni eg tað sum mína skyldu eisini at svara og vísa aftur hesum leysupástandum frá býráðsliminum.
Ein fólkaræðislig tilgongd
Frágreiðingintil hesa løgnu útmelding fær ikki verið onnur enn tann, at býráðslimurin hevurfingið valfepur og sær av hesi orsøk ikki tað, sum øll onnur síggja, nevniligaat skúlabyggingin á Skúlatrøð er byrjað.
Hermugu vit minnast til, at áðrenn henda søguliga stóra skúlabygging kundi fara ígongd, er eitt ómetaliga týdningarmikið fyrireikingararbeiði gjørt í tøttumsamstarvi millum allar avvarðandi myndugleikar og ikki minst í góðum samstarvivið Mentamálaráðið.
Ífebruar 2014 samtykti býráðið eina tilgongd fram ímóti hesi skúlabygging, ogsíðani hava vit, í tráð við løgdu ætlanina, arbeitt miðvíst við skúlanum íKlaksvík.
Fyrstamálið var at samtykkja framtíðar bygnaðin fyri fólkaskúlarnar í Klaksvík, harein breiður meiriluti í býráðnum samtykti, at vit í framtíðini skulu hava einsamanlagdan fólkaskúla í Klaksvík, skipaður í fleiri eindir við hvør sínarinámsfrøðiligari leiðslu.
Næstastigið var at fyrireika byggingina, og eg má siga, at tað var ómetaligaspennandi og læruríkt at vera formaður í byggibólkinum. Limirnir góvu, tóku ogspardu seg ikki, og burturúr kom eitt tilmæli, ið einans hevur fingið rósur viðá vegnum.
Althetta er farið fram í eini fólkaræðisligari og opnari tilgongd við luttøku avskúlaleiðslum, skúlastýrum, læraraumboðum, býráðsumsiting og politiskum umboðumfyri bæði meiriluta og minniluta í býráðnum, samstundis sum fundir og hoyringarhava verið við umboð fyri ymsu fakbólkarnar í skúlanum og við foreldur.
Latið okkum heldur savna enn spjaða ogbróta niður
Slíkartilgongdir krevja hegni, handalag og opinleika av okkum, sum á ymsan hátt varðaav hesi stóru og spennandi verkætlan, og ikki minst er tørvur á einum savnandihugburði, og tað er júst hetta, sum eg tíverri sakni frá býráðsliminum, sum núí sjálvdrátti brádliga trínur á pallin við ábreiðslum og betrivitan.
Herkann eg hóskandi nevna, at eg hevði tann framíhjárætt seinasta fríggjakvøld atluttaka í einum tiltaki í sambandi við ein stóran samansjóðingardag fyri øllstarvsfólkini á Skúlatrøð. Hugaligt varhar at síggja, hvussu jaligan hugburð hesi fólk vístu til ta tilgongd, sum núer í gongd, hóast tær avbjóðandi og til tíðir truplu umstøður, sum tey muguvirka undir, nú so nógv verður broytt og bygt á teirra dagliga arbeiðsplássi áSkúlatrøð.
Tíðarætlaniner púra greið: Fyrsta byggistig á Skúlatrøð skal standa liðugt tilskúlaársbyrjan 2018, sama um býráðslimurin roynir at sáa iva um hetta við sínumillgitandi lesarabrævi, sum bert kann skaða og sáa mistreysti í eini tíð, harvit øll hava tørv á júst tí øvugta.
Samahvussu Gunvá við Keldu, býráðslimur, roynir at snara hesum, so erskúlabyggingin á Skúlatrøð nú farin ítøkiliga í gongd. Eitt søguligt framstigfyri skúlaskapin í Klaksvíkar kommunu, sum undanfarin býráð ikki hava megnað atframt í verki. Eg eri ræddur fyri, at hetta er orsøkin til, at býráðslimurinikki megnar at fegnast saman við restini av kommununi, men heldur roynir atleita við lykt eftir feilum.
Latiðokkum heldur taka lógvatak og sláa manngarð um okkara børn og ungu, og har erverkætlanin á Skúlatrøð ein týðandi grundarsteinur í tí varða, sum vit eru íferð við at laða her í Klaksvíkar kommunu, og har vit í felag framtíðartryggjaskúlaskapin í fleiri áratíggjur.
Klaksvík,21. januar 2016
JóhannLützen
Formaðurí Trivnaðarnevndini Børn & Ung




