Tann 11.oktobur verður áhugaverdur fyrilestur við Janna Egholm Hansen, ið er útbúgvin religiónsociologur.
Við støði í sínari ph.d., fer Janna at greiða frá, hvussu átrúnaður hevur ávirkað tað føroyskari samfelagið tey seinastu 50 árini Høvuðpersónurin greiðir fylgjandi frá evninum;
‘Lutfallsliga hevur átrúnaður størri týdning í føroyska samfelagnum enn í til dømis danska og norska samfelagnum. Eisini innan politiska rúmið hevur átrúnaðurin størri týdning í Føroyum enn í grannalondunum. Hettar er kjakið um § 266b eitt gott dømi um. Men átrúnaðarliga lívið og landslagið í Føroyum fer eisini ígjøgnum stóran broytingar í nútíðini; átrúnaðurin kann ikki á sama hátt sum fyri 50 árum sídani stýra (”diktera”) hvussu fólk skulu liva teirra lív.
Á fyrilestrinum verður ein lýsing gjørd av átrúnaðarliga lívinum og landslagnum í Føroyum í dag, og av teimum broytingum, sum henda. Eisini vera givin nøkur boð uppá, hví átrúnaðurin fyllur meira í føroyska samfelagnum enn í til dømis danska samfelagnum.’
Kostnaður fyri at luttaka er 30 kr.
Eftir fyrilesturin verður café á skránni, har møguleiki verður at fáa eina kalda bjór.
Dyrnar opna kl.17, og fyrilesturin byrjar kl.17:30 í hølunum á Frittidscentret Skovvang. Dyrar lata aftur kl.00.00.
Møguliga verður dysturin millum Norður Írland og Føroyar eisini vístur kl.20:45. Meira um hetta seinna.
Vit gleða okkum til ein áhugaverdan fyrilestur og ikki minst til eitt hugnaligt kvøld saman í góðum føroyskum fólki.




