Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ímorgun var heldur minni av sild at fáa

Oliver Joensen

Eftir góða úrslitið í gjár, setti ein bátur aftur gørn á Borðoyarvík í gjárkvøldið, men tað hildnaðist ikki so væl sum í gjár.

Feðgarnir Hans Jákup og Djóni settu seks gørn í gjárkvøldið. Teir settu í tveimum strekkum og tá teir høvdu drigið fyrra strekkið hildu teir at fáningurin var uppaftur betur enn í gjár, men tað royndist tó ikki so væl sum væntað. Umleið 900 pund fingu teir ímorgun í seks gørnum, ímeðan dagurin hjá teimum í gjár gav 650 pund í trimum gørnum. Sildin er stór og góð og hetta er tó framvegis sera góður sildafongur á Borðoyarvík.