Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

INAS EM í frælsum ítrótti í Hollandi

Tíðindaskriv

Frá í dag, og fram til sunnudagin er INAS EM í frælsum ítrótti í Hollandi.

Frá í dag, og fram til sunnudagin er INAS EM í frælsum ítrótti í Hollandi.

Tveir luttakarar úr Føroyum luttaka hesaferð.

Tað eru Kristian Martin Garðalíð, kúlukast, og Júst í Túni, renning.
Luttøkan er liður í roynd hjá teimum báðum at vinna sær pláss í Paralympisku leikunum, ið verða í RIO í 2016.
Báðir hava verið nakað darvaðir av skaðum seinastu tíðina, men tað ljóðar at Kristian Martin er komin væl ávegis við sínum skaða, so spennandi verður um hann klárar at koma útum 10m strikuna.
Tað var so óheppið at Júst fekk ein lítlan skaða fyri smáum tveimum vikum síðani, so tað verður spennandi at frætta um hann klárar málið, sum er at betra tíð sína.

INAS er sjálvboðin felagsskapur ið tekur sær av elituítrótti fyri menningartarnaði.
Kristian Martin skal kasta frá kl 1430 í dag.

Júst skal renna 1500m fríggjakvøldið kl 1930, og 800m leygardagin kl 1245.

Venjarar og ferðaleiðarar hjá teimum báðum eru Heri Ziska og Sonni Djurhuus.

Til ber at fylgja við úrslitum frá kappingini á www.7thinasec..com

Vit ynskja teimum bestu eydnu við kappingini.


ÍSB