Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Indiana Jones

Høgni Klakkstein

Eftir 19 ára langan steðg, hava Harrison Ford og Steven Spielberg, saman við George Lucas og Lucasfilm, framleitt enn ein stórfilm um ævintýrarin Indiana Jones. “Indiana Jones and the Kingdome of the Crystal Skull”

Ævintýrið um Indiana Jones byrjaði í juni mánaði í 1981, við filminum: Riders of the Lost Ark (1981). Tá hesin koma út á video í USA, fekk hann tittulin: Indiana Jones and the Riders of the Lost Ark.
Tann næsti í røðini kallaðist: Indiana Jones and the Temple of Doom (1984), tann triði kallaðist: Indiana Jones and the last Crusade (1989). Og tann seinasti í røðini, sum í hesum døgum gongur í Atlantis, kallast: Indiana Jones and the Kingdome of the Crystal Skull (2008)

Indiana Jones and the Kingdome of the Crystal Skull sigst vera sera gott gamalt undirhald, tó við dagførdari tøkni, fyri øll tey sum vóru ung tá gomlu filmarnar um Indiana Jones komu út – eins væl og ung í dag, bæði dreingir og gentur í øllum aldri – enntá tey sum ikki vóru til, tá tann næst seinasti í røðini kom út í 1989.

Indiana Jones and the Kingdome of the Crystal Skull gongur í Atlantis frá fríggjakvøldinum 20. juni til og við týskvøldið 24 juni. Kl. 20:00 “Tó týs. kl. 22:30”

Sí meir og reklamu av filminum á heimasíðuni hjá Atlantis: atlantis.fo

Harleywoodpaint