TB toppskjúttin vil í løtuni ikki gera viðmerkingar um, hvørs hann spælir við TB ella við onkrum Effodeildar liði komandi ár.
Poul Ingason vil í løtuni ikki gera viðmerkingar um, hvørs hann spælir við TB ella við onkrum Effodeildar liði komandi ár.
– Í løtuni fái eg ikki sagt nakað um mína framtíð. Eg havi ikki tikið nakra avgerð enn, sigur Poul Ingason í stuttari viðmerking við nordlysid.fo.
18 ára gamli Poul Ingason skoraði í ár 7 mál í 25 dystum fyri TB og bleiv toppskjútti á liðinum. Har spældi hann bæði sum álopsleikari og sum vongur. Fyrr í ár skoraði hann útjavnandi málið móti Rumenia á Svangarskarði í U21 undankappingardysti.
HB hevur havt góða eydnu við suðuroyingum og kunnu síggja Poul sum eitt alternativ til Andrew av Fløtum og Bárð Johnsson Heinesen í HB álopinum. Men helst ynskja teir eins og Víkingur at fáa ein royndari leikara sum t.d. Jóan Símun Edmundsson. AB leitar eftir einum álopskendum leikara, sum antin kann spæla vongur ella álopsleikari, men tað verður neyvan Poul, sum støðan sær út nú, skilur nordlysid.fo á lagnum. Báðir uppflytararnir Skála og B68 hava uttan iva hava brúk fyri einum slíkum leikara, so tað fara neyvan at mangla tilboð hjá unga TB leikaranum, um hann veldur at halda fram í Effodeildini.
Mynd: Á myndini hevur Poul Ingason júst skorað avgerandi málið móti KÍ í Klaksvík fyrr í ár




