Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ingi Olsen fær eitt venjarastarv afturat

Jákup Ósá

Ingi Olsen hevur verið venjari hjá besta mansliðnum hjá VÍF í ár.

Ingi Olsen hevur verið venjari hjá besta mansliðnum hjá VÍF í ár.

Nærvarpið í Vestmanna hevði sunnukvøldið prát við m.a. Inga Olsen, sum í ár hevur vant besta mansliðið hjá VÍF. Hann segði, at komandi kappingarár fór hann at venja besta kvinnuliðið hjá VÍF umframt, at hann heldur fram sum venjari hjá besta mansliðnum. Hjalmar K. Olsen heldur fram sum hjálparvenjari hjá mansliðnum. Ingi segði, at hjá besta mansliðnum gevst Agnar Joensen, meðan arbeitt verður við málmansspurninginum, har felagið ynskir at fáa Mladen Mjerimacka at halda fram. Til besta kvinnuliðið segði Ingi, at arbeitt verður við at styrkja liðið við onkrum føroyskum leikara.

Mynd: Álvur Haraldsen