sigur blaðstjórin á Dimmalætting í viðmerking til kanning her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, sum vísir at einans 4% fáa tíðindi ígjøgnum bløðini
Tað skal undirstrikast at slíkar kanningar, sum eru gjørdar á internetinum, eru undirhald og ikki eiga at takast i ov stórum álvara, men kunnu kortini brúkast sum ábending.
Umleið kl. 10 í morgun vísti kanningin at 76% av teimum, sum høvdu svarað, fingu nýggjastu tíðindini ígjøgnum internetið. 18,5 % fingu tíðindini frá útvarpinum, 4% frá bløðunum og einans 1,5% fingu tíðindi frá sjónvarpinum.
Bløðini mugu finna ein nýggjan leiklut
Blaðstjórin á Dimmalætting, Ingi Samuelsen, sigur í viðmerking, at tað er eingin ivi um at bløðini í hesum sambandi mugu finna ein nýggjan leiklut, men hann roknar tó ikki við at bløðini vera butur.
– Tað er alnótin, sum er fremsti tíðindaberin, tá tað snýr seg um at finna nýggjastu tíðindini.
– Men tá hugt verður eftir hvaðani tiðindini stava frá, er tað ofta bløðini, sum hava av fyrstan tíð fingið evnið upp á banan.
– Hetta er eisini galdandi her heima, har tað eru redaktiónirnar á bløðunum, sum kom fyrst við søguni, men bløðini standa seg ikki í kappingini við elektronisku miðlarnar, tá tað handlar um at fáa tey nýggjastu tíðindini.
– Men hóast vit á Dimmu fara at nýta aðrar miðlar enn blaðið Dimmalætting, so verður tað eisini soleiðis at tað verður blaðið sum er okkara "identitetur" men tað er klárt at Dimma eins og hini miðlahúsini verður annað enn blaðið.
Sær ein vanda í ókeypis tíðindum
Tað at fjølmiðlar og aðrar miðafyritøkur leggja saman og at lýsingarstovur eisini koma meira inn á sjálvan tíðindaflutningin sær blaðstjórin á Dimmalætting ikki sum nakran beinleiðis vanda.
– Hóttanin, sum eg síggið í øllum hesum, er tann at forbrúkarin verður vandur við at fáa tíðindi ókeypis.
– Tað er heilt greit at skalt tú framleiða ókeypis tíðindi, so verða tíðindini fyrst og fremst undirhald og poppur og kemur hetta óivað at hava ávirkan á at kvaliteturin og journalistiska arbeiði druknar.
– Tað kostar at framleiða tíðindi og um brúkarin ikki longur vil gjalda henda prísin, so er vandi fyri, at tað sum hann far ókeypis, einans er undirhald.




