Fríggjadagin 29. desember verður innandurakapping fyri vaksin í KÍ-høllini.
Spælt verður eftir vanligum reglum við fýra spælarum á vøllinum í senn, loyvt er at hava ein eykaspælara. Í mesta lagi tveir spælarar, sum í kappingarárinum 2006 hava spæla á Formulaliðnum ella 1. deild monnum, kunnu vera á sama liði. Hvørt liðið kostar 400 krónur at tekna til.
Tilmelding fer fram við at ringja ella sms’a til Meinhardt (219886) ella Niclas (590909) innan hósdagin 28. desember kl. 20.00.
Nærri boð um dystrartíðir fríggjadagin verða givin seinni.




