Innandurakappingin í Klaksvík millum jól og nýggjár er blivin ein fastur táttur, sum nógvir fótbóltsleikarar hava tikið til tín.
Innandurakappingin í Klaksvík millum jól og nýggjár er blivin ein fastur táttur, sum nógvir fótbóltsleikarar hava tikið til tín. – Tað hoyrir líka sum til, um tú hevur áhuga fyri fótbólti, at millum jól og nýggjár, so mást tú ein túr í KÍ høllina at antin spæla ella hyggja eftir innandurakappingini, har nakrir av landsins bestu leikarum vanliga luttaka, siga fyrireikararnir.
Um 10 dagar – 2. jólakvøld kl. 19.00 – er freistin at melda lið til ársins innandurakapping, sum kallast fyri Bylgju Cup. Kappingin hevur 9 ár á baki, og er vaksin hvørt ár.
– Í fjør høvdu vit tveir langar dagar, har vit fingu avgreidd kappingina í øllum góðum og øll vóru væl nøgd. Tey 8 árini kappingin hevur verið, so hava vit serliga lagt okkum eftir, at liðini skulu øll fáa nokk av dystum, minst tríggjar til hvørt lið, og at tíðin skal halda. Og tað er bara einaferð – í 2014 – at kappingin hevur verið seinkað nakað nevnivert. Tí vita liðini, at tey spæla tað tíðspunktið, sum tey fáa at vita dagin fyri kappingina, og at tað heldur, siga fyrireikararnir.
Gomul siðvenja
Í Klaksvík er tað ein gomul siðvenja, at innandurakapping er millum jól og nýggjár.
– Bláa Bylgjan byrjaði at skipa fyri innandurakapping fyri yngru deildum í 2008. Men langt áðrenn tað vóru kappingar fyri vaksin og sjómenn, so hetta er ein gomul siðvenja, at hava innandurakapping í Klaksvík. Vit merkja eisini, at áhugin er stórur. Hetta er í vikuni áðrenn liðini í Effodeildini byrja at venja regluliga úti og fólk eru svong eftir fótbólti aftur eftir langan steðg. Vit hava eisini lið úr øllum landinum til kappingina. Serliga hjá teimum yngru eru lið sum Víkingur, NSÍ, HB og B36 væl umboðað, men eisini er stuttligt at síggja smærru liðini sum Skála og B68 hava lið við í summum deildum. Hjá leikarum sum eru 12 ár ella yngri, so er hetta gott høvið at kappast, har heiðursmerkir standa uppá spæl, tí uttandura byrja tey ikki at kappast um FM fyrr enn í U12. Í flestu deildum eru minst 10 lið við vanliga og í onkrari deild eru vit onkuntíð komin uppá 21 lið, so kappingin er hørð, siga fyrireikararnir.
Tilmelding
Sum sagt, so eru 10 dagar eftir, har lið kunnu melda til. Spælt verður í øllum aldursbólkum hjá gentum og dreingjum.
Væntandi verður spælt soleiðis:
Mikudagin 28. desember: Sjómenn, U18, U16, U14 og allar gentukappingarnar
Hósdagin 29. desember: Vaksin, U6, U8, U10, U12
Tilmelding fer fram á tlf. 295401/268335 ella á t-post blaabylgjan@blaabylgjan.com




