Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innbjóðing til 100 ára føðingardag

John William Joensen

Borgarstjórin og stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið fingu fyrstu eintøkuni av serblaðnum, sum í morgun verður borið í hvørt hús í landinum. Evni í blaðnum er Klaksvíkar Sjúkrahús og týdningin tað hevur fyri norðurøki í landinum. Blaðið kemur dagin fyri at vit á Norðlýsinum hátíðarhalda at 100 ár eru liðin síðan fyrsta útgávan av Norðlýsinum varð prenta.

Borgarstjórin og stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið fingu fyrstu eintøkuni av serblaðnum, sum í morgun verður borið í hvørt hús í landinum. Evni í blaðnum er Klaksvíkar Sjúkrahús og týdningin tað hevur fyri norðurøki í landinum. Blaðið kemur dagin fyri at vit á Norðlýsinum hátíðarhalda at 100 ár eru liðin síðan fyrsta útgávan av Norðlýsinum varð prenta.

Í morgin (hósdagin) verður móttøka á Rygsvegi frá kl. 10.00 til kl. 18.00. Pinnamatur, heilstoktur grísur, súpan og smakkiroyndir frá Føroya Bjór er at fáa allan dagin.

Kl. 10.00 Húsið letur upp.

Kl. 10.30 Norðlýsið byrjar beinleiðis sending á www.nordlysid.fo (Stjórin og blaðstjórin)

Kl. 11.00 Borgarstjórin, Jógvan Skorheim ber fram kvøðu. Live á nordlysid.fo

Kl. 13.30 Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og tjakari, sigur sína meining um Norðlýsið.

Kl. 14.00 Grísur er grillaður uttanfyri og klárur at smakka

Kl. 14.00 John William Joensen, stjóri, sigur nøkur orð

Kl. 14.10 Oliver Joensen, blaðstjóri, sigur nøkur orð

Kl. 14.20 Eigil Hentze sigur nøkur orð

Síðani verður orðið frítt til hann ella hana.

“Til Læserne.

Det har længe været følt som et Savn, at vi ikke uden for Thorshavn havde et Blad, som kunde være Talsmand for vore særlige Bygdeinteresser.
Der er selvfølgelig mange som vil fremkomme med den Indvending, at vore smaa Forhold staar hindrende over for en saadan Plans Udførelse. Men under smaa Forhold er man ogsaa nødt at arbejde med smaa Midler, hvilket ogsaa her er Tilfældet.
Vi har til at begynde med anset det for nødvendigt at Bladet kun udkommer hver fjortende Dag, Men saasnart Forholdene tillader det, vil det udkomme een Gang om Ugen. Det er Hensigten, at Bladet skal udkomme dels paa Færøsk og dels paa Dansk, men foreløbig vil det kun udkomme paa Dansk, da vi endnu mangler færøske Bogstaver.
Det er ikke Hensigten at Bladet skal være et partipolitisk Organ; men vi vil gerne give Plads for Artikler (uanset fra hvilken Lejr de kommer), som kan hava Betydning saavel for vor aandelige som materielle Udvikling. Vi vil ligeledes bringe de sidste Nyheder saavel fra Omverdenen som fra vor snævre Økreds og give skildring af den øjeblikkelige Verdenssituation. Bladet vil udkomme hver anden Fredag og koster 1,80 Kr. aarlig eller 45 Øre Kvartalt.
Vi haaber at alle, der interesserer sig for Foretagendet, vil støtte det ved at tegne sig som Holder af Bladet.”

Hetta vóru so orðini, sum Símun P. Zachariassen skrivaði í fyrsta leiðara sínum í Norðlýsinum fríggjadagin 16. apríl 1915.

Og vit, sum ídag arbeiða á blaðnum, halda framhaldandi at tað er brúk fyri einum lokalblað í Norðoyggjum, og undirtøkan higani prógvar eisini, at Norðoyingar flestir halda tað sama.

Í dag arbeiða vit 3 fólk á Norðlýsinum Oliver Joensen, John William Joensen og Hannefía Joensen.

Umframt hesi starvast Jákup Ósá og Danial Viðoy sum fríyrkisblaðfólk.