Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innbjóðing til FK-Cup 2016

Flogbóltsfelagið Fleyr

Árliga FK-Cup fyri yngri deildir verður leygardagin 10. desember og sunnudagin 11. desember 2016.

Til flogbóltsfeløgini

Árliga FK-Cup fyri yngri deildir verður leygardagin 10. desember og sunnudagin 11. desember 2016.

Kappast verður í øllum aldursbólkum:

Flogbørn (level 0,1,2,3)

G/D 12

G/D14

G/D16

MU/KU


Luttøkutreytir:

Tilmelding til FK-Cup fyri eldri deildir skal verða Fleyr í hendi innan 3. desember 2016 kl. 18:00

Tilmelding skal sendast til teldupost: fleyr@fleyr.fo (cc. Christina.nolsoe@skulin.fo).


Heitt verður á feløgini um at senda eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum samstundis. Hetta hjálpir okkum almikið.


Luttøkugjald: kr. 200,00 fyri hvørt lið. Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460 – 179.646.3


Er luttøkugjald ikki móttikið innan ásettu tilmeldingarfreistina 3. desember kl. 18.00, kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.

Tit frætta nærri, tá ið kappingin er løgd. Vit miðað eftir at skráin fyri kappingina er klár mánadagin áðrenn kappingarnar byrja 🙂


Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti.

Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Christinu Nolsøe telefon 289657 ella á telduposti fleyr@fleyr.fo.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til FK-Cup 2016.


Við flogbóltskvøðu

Flogbóltsfelagið Fleyr

Christina Nolsøe

Samskipari