Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innbjóðing til móttøku á Skálagarði í Klaksvík

Tíðindaskriv

Í sambandi við at Skálagarður, sum er nýggjur depil fyri fólk við seinheilaskaða, er latin upp, verður bjóðað til móttøku á Stangavegi 53 í Klaksvík hósdagin tann 27.04.2023 frá kl. 15 til kl. 17

 

Skálagarður veitir heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða.

Borgarar fáa møguleikarnar at fáa fastan bústað, at búgva í eitt longri tíðarskeið ella at koma til umlætting í eitt styttri tíðarskeið.

Á nýggja deplinum eru 15 íbúðir í ymsum støddum, og atgongd er eisini til felags hølir.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um nýggja depilin, sum er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum.

Á skránni verða røður og sangframførsla, og ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið verður eisini at fáa.

Verið hjartaliga vælkomin.