Vit eru í EIK í Klaksvík 4. og 5. apríl og veita ókeypis ráðgeving um keyp og sølu – øll eru vælkomin – bílegg eina óbindandi virðismeting – ÓKEYPIS
Tað er natúrligt at hugsa um framtíðina og um hvønn tørv, tú hevur ella fert at fáa, tá ið talan er um bústað. Tey ungu hugsa møguliga um ein størri bústað og tey eldru um ein minni bústað, ið er lættari at halda.
Fyrr var dreymurin “húsið”, ið tú skuldi búgva og liva í so at siga alt lívið. Tað er broytt. Nú keypa fólk sær heldur bústað til tann tørv, tey hava her og nú. Lívikor og liviumstøður kunnu rættiliga skjótt broytast, og fólk hava tørv á bústaði, ið samsvarar við tann veruleika, ið er galdandi nú. Broytingarnar sýnast at vera fleiri nú enn fyrr, og tað er gott fyri ognarmeklararnar, men tað setir eisini krøv til, at meklararnir eru væl fyri at ráðgeva seljarum og keyparum.
Hvat er ein meklari?
Orðabókin sigur, at ein meklari er eitt semingsfólk,sum hevur til uppgávu at semja tveir partar, ella vera eitt millumgongufólk millum seljarar og keyparar. Tað er ein tignarlig uppgáva, ið vit taka í størsta álvara, og ein spennandi og forvitnislig uppgáva, ið er sera eggjandi at arbeiða við. Vit skulu ikki sum onnur handilsfólk bara tæna tí, ið keypir eina vøru ella tænastu, men eisini tí, ið selur. Mong halda, at meklarin er seljari, tí hann selur jú ognina, men tað er hann ikki. Meklarin ber fram, marknaðarførir og “formidlar” ognina fyri seljaran. Samrøðan (dialogurin) við seljara og keypara er í miðdeplinum. Uppgávan er sera áhugaverd, tí tú kemur rættiliga nær fólki og teirra lívsumstøðum. Tað setir stór krøv til vitanina og trúvirðið hjá meklaranum, men eisini krøv til etisku medferðina og førleikar, tagnarskyldu o.a.
Aloftast hava fólk kenslulig bond til ognina, og tí er tað eisini umráðandi, at meklarin hevur førleika at handfara støðuna hjá fólki rætt.
Betri at vita enn at gita
At selja ella keypa eina ogn, er ein stór avgerð, ið fyri flestu fólk bara verður tikin nakrar fáar ferðir í lívinum. Vanlig fólk verða ongantíð “serfrøðingar”, tá ið talan er um at selja og keypa fasta ogn. Talan er eisini um eina tí størstu fíggjarligu íløguna, ið fólk gera yvirhøvur. Vit halda, at tað er natúrligt at spyrja um ráð og ráðgeving, og at fólk hava brúk fyri at kenna seg trygg við støðuna og tær avgerðir, ið skulu takast. Tí bjóða vit í INNI okkum fram til at práta við fólk um bústaðarspurningar og -møguleikar. Og nú hevur tú eisini møguleika fyri at seta tína ogn til sølu á tann hátt, at verður ognin ikki seld í sáttmálatíðarskeiðnum, so kostar tað tær einki.
Vit møta alla tíðina fólki, ið hava alskyns spurningar, tá ið vit óformliga eru úti millum fólk, og tað undrar okkum í INNI, at ikki fleiri støkka inn á gólvið hjá okkum til eitt meira formligt um enn óbindandi, men tó meira “seriøst” prát um bústaðarspurningar og bústaðarmøguleikar. Fólk kunnu sjálvsagt eisini bjóða okkum út til teirra til eitt bústaðarprát, har vit leysliga meta um sølumøguleikar o.a.
Vit síggja tað sama, tá ið vit eru úti og vísa fram ognir. Tá ið vit koma á tal við keyparan og hoyra, hvat veruligi bústaðartørvurin er, kunnu vit ofta vísa á heilt aðrar møguleikar enn teir, sum fólk sjálvi hava hugsað. Eisini sær tað út til, at summi bíða við at bjóða til í síðstu løtu, og tá er tað ikki vist, at tað gongur sum ætlað. Okkara uppgáva er í størstan mun at finna røttu ognina til rætta keyparan og rætta keyparan til røttu ognina. Fyri okkum er ein ognarmiðlan ikki heilt væleydnað, fyrr enn báðir partar upp á sikt eru nøgdir.
Serfrøðingar
Í INNI kenna vit okkum sum serfrøðingar á økinum. Skulu vit hjálpa seljara og keypara á bestan hátt, skal einki vera at koma eftir og finnast at aftaná. Tað bindir og pliktar okkum til at gera eitt væla arbeiði. Tí brúka vit nógva tíð og okkara góðu førleikar á økinum til saman við seljaranum at gjøgnumganga ognina væl og virðiliga. Í INNI eru vit so heppin – sum einasta meklarafyritøka í landinum – at hava serkunnleikan INNI í húsinum við tað, at tveir av okkara dugnaligu sølumonnum eisini eru byggifrøðingar. Tí kunnu vit eisini ráðgeva fólki, hvat ið møguliga loysir seg at gera við ognina, áðrenn tú selur hana, og hvat ið tú møguliga kanst rokna við at skula gera við ognina, um tú keypir hana.
Hvo intet vover intet vinder
Tað kann tykjast lættari upp á stutt sikt at sita hendur í favn og einki gera, men okkara royndir siga okkum, at rættar gerðir í røttum tíma í síðsta enda vísa seg at vera meira gevandi. Einki er so forargiligt sum at liggja sjóvarfallið av sær. Vit hoyra so at siga ongantíð, at fólk iðra seg um, at tey hava selt, men hoyra ofta fólk siga, at tey iðra seg um, at tey IKKI hava selt. Tí er einki at bíða við. Kom inn og práta við okkum – vit hava altíð kaffi á kannuni.




