Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

INNI letur upp í Klaksvík og Saltangará

Danial Viðoy

Tíðindaskriv frá INNI: 2. januar komandi letur húsameklarin INNI upp í Klaksvík og í Saltangará. Søla av fastognum er í hæddini og tørvurin á ráðgeving um, hvussu fólk skulu fyrihalda seg til keyp og sølu av fastogn ger, at víðkað verður um virksemið.

INNI fer at halda til í Eik deildunum við Bøgøtu í Klaksvík og við Heiðaveg í Saltangará.

Tað verður Rúni Klein Joensen, ið fer at standa fyri víðkaða INNI virkseminum. Rúni er Gøtumaður og hevur seinastu fimm árini arbeitt við húsamekling og sum metingarmaður.

– Við at hava innlit í staðbundna økið, fært tú latið viðskiftafólkum góð ráð um viðurskifti, sum í fyrstani kunnu tykjast sum smálutir, men sum seinni vísa seg at hava stóran týdning.

– INNI skal nærri viðskiftafólkunum og veita enn betri tænastu, og tað gleði eg meg til, sigur Rúni, sum byrjar í starvi hjá INNI tann 1. januar 2017.