Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innilig áheitan um samhaldsfesti frá einum lokalformanni við drúgvum politiskum royndum

John William Joensen

Formaðurin í Norðoya Fólkaflokksfelag heitir á tey, sum stillað upp til løgtingið at kannað hvat tað er tey tosað um áðrenn alt verður gjørt upp í sokallað bleyt og hørð virðir.

Bleytt & hart

Í hesum tíðum, har vit eru í ferð við at jarða , tað góða gamla samhaldsfestið , íð hevur eyðkennt føroyska samfelagið og føroyskan politikk.

Og eru farin at virðismeta borgarnar, eftir hvar teir búgva – longur burtur frá miðjuni – minni verdir.  S P E L L.

Eg komið at hugsað um, hvør tað man verða sum er upprunin til hetta  "S K Ý T B Ý T T A "  at býta tað vit politiskt ætlað at gera uppí  " B L E Y T T "  og  " H A R T ".

Vit kunnu altíð seta tøl upp móti hvørjum øðrum – og fáa túsund ymisk úrslit.

Taka vit samlaðu almennu fíggjarætlanar fyri 2008, so fáa vit nøkur áhugaverd tøl at síggja.

Eitt dømi:
Í kommuni undirritaði býr í , fara 72% av inntøkuni 2008 , til rakstur.

157% av inntøkuni 2008 til íløgur.

119% av inntøkuni 2008, til tað, íð nøkur við himmalvendum eygum kalla " B L E Y T A R " íløgur.

Eg farið at heita á tey sum stillað upp um at kanna samlaðu tølini og vita hvat er at finna?

Til seinast:
Hugsi tykkum um, kasti ikki samhaldsfesti fyri bakka.

Gleðilig jól.
Absalon í Buð