Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innlendismálaráðið góðtekur ikki fleiri politiskt valdar leiðarar í Tórshavnar Kommunun.

John William Joensen

– Tað er púra greitt at tað er bara ein borgarstjóri og heimildirnar hjá honum sum umsitingarligur leiðari kunnu ikki deilast út á onnur størv, sigur Innlendismálaráðið – sum vísir á at kommunulóggávan heimilar ikki fleiri politiskar starvsetanir.

Í tíðindaskrivinum frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð verður sagt at;

….tveir politikarar aftrat borgarstjóranum skulu verða dagliga til arbeiðis í kommununi hvør á sínum øki – trivnaðarøkinum og tekniska økinum….

Størvini hava onga heimild í lógini.
Norðlýsið sendið tíðindaskrivið frá meirilutanum í Tórshavnar býráð til Innlendismálaráðið og víðari til Fíggjarmálaráðið, sum umsitur starvsetanir og lønarviðurskifti hjá Kommununum.

Niðurstøðan hjá Innlendismálaráðnum er greið at kommunulógin heimilar ikki fleiri politiskar umsitingarligar leiðarar.

– Kommunulógin hevur greiðar ásetingar um valið av borgarstjóra. Eisini eru greiðar ásetingar um virkisøkið hjá varaborgarstjóranum og hann yvirtekur bert heimilidir borgarstjórans tá hesum berst frá.

– Kommunulógin er greið at tað er bara borgarstjórin, sum er umsitingarligur leiðari og tað er bert hann, sum hevur dagligu leiðsuna av umsitingini um hendi.

– Lógin er eisini greið um hvør kann fáa samsýning og verða løntur og hvussu nýggj størv skulu mannast.

– Um Tórshavnar Býráð skal hava eina skipan við fleiri leiðarum ella fleiri borgarstjórum – so má løgtingið broyta kommulógina.

– Eisini eru greiðar ásetingar um nevndarsamsýningar og hvat nevndarformenn kunnu fáa í samsýning.

– Tað er eisini ásett við lóg at bara borgarstjórin er í fulltíðarstarvi.

– Tað er eisini rættuliga ivasamt um tað ber til hjá Tórhavnar Kommunu at stovnseta størv– har ein treyt fyri at søkja skal verða at viðkomandi er valdur inn í býráðið, varð sagt úr Innlendismálaráðinum fyri løtu síðan.