Eftir at inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu minkaðu nógv í 2008 var neyðugt at skerja raksturin hjá kommununi munandi. Í 2009 vóru inntøkurnar 131,5 mió. og rakstrarútreiðslurnar 86,4 mió. men longu í 2012 vóru inntøkurnar komnar upp á 159,4 mió. og fara vantandi at verða umleið 160 mió. við ársenda 2013. Rakstrarútreiðslurnar komu niður á 86,4 mió. í 2009, men fóru uppá 100,6 mió. í 2012 og eru mettar til at verða 104 mió. við ársenda 2013.
Eftir at inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu minkaðu nógv í 2008 var neyðugt at skerja raksturin hjá kommununi munandi. Í 2009 vóru inntøkurnar 131,5 mió. og rakstrarútreiðslurnar 86,4 mió. í 2012 vóru inntøkurnar komnar upp á 159,4 mió. og fara vantandi at verða umleið 160 mió. Við ársenda 2013.
Rakstrarútreiðslurnar komu niður á 86,4 mió. í 2009, men fóru uppá 100,6 mió. í 2012 og eru mettar til at verða 104 mió. við ársenda 2013.
Íløgurnar vóru 50,8 mió. í 2008 og minkaðu niður til 17,7 mió. í 2009 og eftir ætlanini fyri 2013 fer kommunan at gera íløgur fyri 55,8 mió. Kr.
Útreiðslurnar til umsiting vóru góðar 15 mió. í 2008 og fóru niður á 12,2 miónir í 2009. Eftir ætlanini fyri 2013 verða útreiðslurnar til umsiting 16,3 mió. og tá hava nýggju bygnaðarbroytingar ikki sligið fult í gjøgnum.
Skattaprosenti var 20,75% í 2008 og var hægst í 201-11 tá tað var 22,25%. Skattaprosenti hevur síðani 2012 verið 21,75%..
SÍ PDF – 2 stk. – niðanfyri!




