Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innovatión Magnet – Føroyar skulu hava heimsins bestu íverksetaraskipan

Tíðindaskriv

Hví varð Facebook ikki ment í Føroyum? Ella Skype? Hvat skal til, fyri at vit í Føroyum eisini klára uppfinna og útflyta eina vøru ella tænastu av slíkum slag?

Hví varð Facebook ikki ment í Føroyum? Ella Skype? Hvat skal til, fyri at vit í Føroyum eisini klára  uppfinna og útflyta eina vøru ella tænastu av slíkum slag?

Tað ynskja Vinnumálaðog Vinnuframi at fáa svar uppá, og tí er verkætlanin Innovatión Magnet sett ígongd. Hendan verkætlanin snýr seg um, hvussu vit í Føroyum kunnu fáa heimsins bestu íverksetaraskipan.

Fyrimunir og forðingar

Hvat riggar væl, og hvat kunnu vit gera betur? Hvørjar eru tær størstu forðingarnar í gerandisarbeiðinum hjá íverksetarum? Hvat skal til fyri at fáa atgongd til fígging? Og hvussu stórur partur av samlaða búskapinum stavar frá íverksetan? Hesir og nógvir aðrir spurningar skulu svarast fyri at koma fram til, hvussu føroyskir íverksetarar fáa heimsins bestu skipan at virka í.

Um vit ynskja nýggjar vinnur og nýhugsan innan verandi vinnur, mugu vit geva teimum, sum fáast við at finna uppá og at skapa, so góðar karmar sum yvirhøvur til ber. Hvat riggar væl, og hvat kann gerast betri? Eitt virkið umhrvi við íverksetan og nýhugsan er alneyðugt fyri eitt samfelag sum okkara, har so stórur partur av búskapinum kemur frá somu vinnu, sigur Regin W. Dalsgaard, formaður í stýrinum fyri Vinnuframa.

Stýrislkur

Ein stýrisbólkur er settur, sum skal geva íblástur og fylgja við í arbeiðinum. Í Stýrisbólkinum eru Regin

W. Dalsgaard fyri Vinnuframa, Anna Borg Dahl fyri Vinnumálaðog Birita Johansen frá Vinnuhúsinum. Harumframt eru Bogi Bech Jensen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Niels Arge Galan, stjóri á Sendistovuni, við í stýrisbólkinum.

Verkætlanarleiðari fyri Innovatión Magnet er Kristianna Winther Poulsen, og arbeiðverður liðugt í februar 2015.