Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innrætting og liðugtgerð av nýggju bygningunum hjá Zarepta er byrjað

John William Joensen

Nýggju bygningarnir hjá Zarepta í Vatnsoyrum eru nú innilokaðir, og sjálvbodna arbeiðið at gera teir lidnar – bæði innan og uttan – er so smátt byrjað.

Nýggju bygningarnir hjá Zarepta í Vatnsoyrum eru nú innilokaðir, og sjálvbodna arbeiðið at gera teir lidnar – bæði innan og uttan – er so smátt byrjað.

Norðlýsið var herfyri ein túr í Vatnsoyrum, har vit tóku nakrar myndir av stóru, nýggju bygningunum hjá Zarepta-legunum, sum eitt nú skulu hýsa nýggju gentukømurunum, felagshølum, skiftingar- og brúsurúmum, vásarúmum, ítróttar- og spælihøll og nýggju svimjihøllini. Eisini fevnir henda útbygging um eina nýggja atkomu til leguhúsini, sum ger, at bilar og fólk verða atskild – til frama fyri trygdina á legunum – og samstundis eru parkeringsøkini munandi økt.

Greitt er, at hetta er stórarbeiði, sum brøðrasamkomurnar her eru farnar undir, og tað fer tí eisini at taka eina tíð, áðrenn allir partar av hesum nýggju bygningunum eru liðugt gjørdir við uttanumøki.

Hesir báðir fyrstu bygningarnir, sum eru samanbygdir, og sum eisini skulu bindast saman við verandi bygningar, eru fyrsta byggistig av einari størri heildarætlan, sum er løgd fyri Zarepta. Umframt aðrar nýggjar bygningar fevnir heildarætlanin m.a. um gerð av vegaføring uttan um leguøkið, soleiðis at bilar og bussar kunnu koma og fara enn meira ómakaleyst enn í dag.

Liðugtgerðin av nýggju bygningunum, sum nú so smátt byrjað, verður gjørt av sjálvbodnari arbeiðsmegi hjá samkomunum, ið varða av Zarepta.