Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innrás á Handilsskúlanum á Kambsdali

Norðlýsið

Nýggjar myndir. Í dag vitjaðu næmingar frá Skúlanum á Ziskatrøð Handilsskúlan á Kambsdali. Í gjár vitjaðu næmingar frá Ósaskúlanum.

Hvønn dag í hesi vikuni vitja næmingar úr 9. og 10. flokki í framhaldsdeildunum í Norðoyggjum og Eysturoynni á Handilsskúlanum á Kambsdali.



Á vitjanunum fáa næmingarnir holla kunning um útbúgvingar skúlans, sum eru FHS (støðisár innan fyrisiting, handil og skrivstovu) og HH, sum er handils/gymnasial útbúgving, ið t.d. gevur atgongd til hægri lestur á universitetum og handilsháskúlum á jøvnum føti við eitt nú HT, HF og student.



Næmingarnir royna harafturat at loysa smærri uppgávur, sum hava við vinnulívið at gera og møta næmingum, gera verkætlan um føroyskar vinnufyritøkur.



"Føroya Handilsskúli á Kambsdali vil fegin veita so holla kunning um skúlan og útbúgvingar skúlans sum gjørligt, tí tað er sera týdningarmikið at næmingarnir vit hvat teir velja.” sigur Páll Isholm, stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali.



Afturat hesum vitjanum fer skúlin eisini at skipa fyri tiltakinum “Opið hús” 7. mars frá kl. 18 til kl. 22. Hetta kvøldið fara lærarar, næmingar, lestrarvegleiðing og leiðsla at greiða áhugaðum nærri frá skúlanum og útbúgvingunum. Harafturat verður mótasýning, tónleikaframførsla og skemt á skránni. Tað eru verandi FHS næmingar, sum standa fyri tiltøkunum.



"Fólk, sum annars ynskja at fáa upplýsingar um útbúgvingar skúlans, eru altíð vælkomin at seta seg í samband við skúlan og fáa meira at vita. Vit útflýggja fegin tilfar og lestrarvegleiðing skúlans veitir fegin vegleiðing", sigur Páll at enda.



Heimasíða skúlans er www.fhk.fo.