Nú um dagarnar hava vit frætt um rættuliga innrás av Admiral summarfuglum. Teir eru at finna nógvastaðni kring um í býnum. Í onkrum háva hava tey sæð fleir ferðir tíggju um somu tíð.
Hesin, sum vit fingu mynd av í øllum hitanum, (hitamátarin í skugganum máldi 21 hitastig), vitjaði á Norðlýsinum ídag.
Vakrir eru teir á at líta. Søgan um hendan er hon, at eg málaði uttanfyri, tá eg varnaðist hendan stóra vakra summarfuglin. Hann var á sama runni allan dag, men so flutti hann seg vandamikið nær málingini hjá mær, so eg fangaði hann bara í eina krukku, koyrdi út á Oyrar at vísa abbabørnunum, og har bleiv hann sleptur á flog aftur í góðveðrinum.




