Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innrás í Svimjihøllini í Klaksvík

John William Joensen

Tað var sum at vera til ein samtfiskatúr við Ólavi Halga í svimjihøllini í Klaksvík í gjár. Har var hópin av nýggjum, fremmandum og kendum andlitum.

“Á, góðan dag ert tú her”? Var at hoyra allastaðni. Hópar úr Tórshavn vóru komnir at síggja Sjóvevur, og høvdu tí lagt sær leiðina umvegis svimjihøllina.

Eitt ferðalag av Sandi við 20 fólkum, har borgarstjóranum, Páll á Reynatúgvu var á odda, hevði sett sær svimjihøllina í Klaksvík sum ferðamál. Tey skuldu tó suðuraftur sama dag. Tað var ikki eiti á, sum tey fegnaðust um, at tað var gott at vera í Kalskvik.

Fólk úr Runavík, Gøtu og Fuglafirði vóru eisini og vitjaði – Hesi svumu, meðan pápin og eldru dreingirnar hugdu at fótbólti og onkur var í Badmintonhøllini til flogbóltskapping.

Ja, enntá var ein familju úr Miðvági, sum var farin eina longri ferð, nú Vágatunnilin var ókeypis at koyra ígjøgnum.

Øll høvdu á munni, at hetta var ikki seinasta ferðin, tey komu at royna hesa spennandi svimjihøllina í Klaksvík við 44 m langari øku og øllum hinum ymisku vatnkanónunum.

Tá ið svimjitíðin var liðug, høvdu Skeggjar í Gøtu leigað svimjihøllina til sínar limir og familjur.

Jú, av sonnum ein góð og hugalig innrás í svimjihøllini í Klaksvík í vikuskiftinum – Innrásin heldur fram í dag í sambandi við Klaksvíkskappingina og flogbóltsdystir, sum eru í Badmintonhøllini í dag.

Og nú nýggja Víkakafein er komið afturat Bakarínum hjá Jórun – ja, so er lag á manni at fara sær eina betri ferð til Klaksvíkar, og fáa mat, køkur og kaffi, so tað hóskar.